Kemur fyrsta dagin í bókasølubúðirnar. Og netsølubókabúðirnar.
*
tú sum ikki sæst í mínum ljósi
liggur í einum vetri og tigur
heldur um eina følnaða rósu
tá tú umsíðir reisir teg og sigur
at alt tað tú sær er ikki bara myrkur
tað tú følir er ikki bara kuldi
vilji hugans er altíð góður styrkur
tá eg vermi meg við eini huldu
sum kemur úr einum øðrum heimi
har loyndirnar eru hitakeldur
eg merki tað tá eg aftur sveimi
gjøgnum glærar lygnir og aftur sanni
at hjartað er bert ein lítil eldur
sum tá eg á fyrsta sinni fann teg
*
dagsskrá:
nakkasjónin
nasastúran
moldarlívið
lungnasjógvur
ein sparkari
fór gjøgnum
sinnið
boðini sum
lívga lygnini
tann ísakaldi
veruleikin
leikar í
dansandi
myrkri
*
bókaklikudagar
klikubókadagar
klókabiksdagar
krókamikudagar
dagbókaklikudagar
bakbókaklakadagar
bakklókirklikkaðirdagar
bókabikíbuksunumdagar
bókakulkidagar
bókakrukkuhalgidagar
brókaleysirbókaskulkidagar
bókaleysirdukkukrukkudagar
bókabrilludilludulludelludagar
bókaklikudagbótadagar
krókídintilsklókardagar
vikuklikuskiftisbókadagar
skiftisvikubólkadagar
bókaklintribeklidagar
klingrubóladagar
lókutirklinkudagar
bókablinkandidagar
bókasnaddusmikridagar
jólaklinkublinkudagar
klikulókutirdagar
klinkuvinkubókadagar
bókalókutirdagar
kókibókakringludagar
bakibókakókiklikudagar
*
Kemur í bókahandlarnar tann 16. november.
Kanska ein krimiskaldsøga.
Kanska ein andalig bók um vekingarrørslurnar sum fekk øll at sovna.
Kanska okkurt triðja ella fjórða.
*
miðlarar knarra um miðlar
og tað miðlast tað so um
karmarnir eru alt
innihaldið einki
hví fanin kemur fanin ikki í tey
og hví fara tey ikki út um allar geilar
og geyla og rópa og rætt og slætt
fortelja øllum hvat tey kunnu gera
og meir enn tað til dømis + okkurt nýtt
og sum øll bíta á eisini sjálvt um
onkur koppur brotnar
toga heldur originalar
inn í upptøkuhølini
enn hesi kopiini
sum eru allastaðni
eg meini ikki at tey skulu larma sum í frímælt
har ringt er at hoyra hvat ið verður sagt
tað ljóðar ofta sum um 10 stk jacob vestergaard
eru í upptøkuhølinum og rópa í holið hvør á øðrum
men teir 10 fáa ongan kopp at brotna
og einki nýtt er at frætta
frammanundan er ljóðgóðskan ikki góð
so tú mást spola aftur 10 ferð
og so móti endanum skal hvør geylari forteljari
hvat hann skal gera í vikuskiftinum
tað er heldur ikki áhugavert
eins og tað er at hesin miðil
einki leggur út í vikuskiftinum
so hetta man vera ein frítíðarmiðil
sum einki tímir í frítíðini
(framhald)
*
tað hendi ikki so nógv týsdag
andstøðan vildi hava sáttmálan við russar í tingið aftur
tí teir vilja so illa sleppa at stuðla putin og hansara álopskríggi
andstøðuni dámar so væl at nógv ukrainsk børn verða dripin
tað gevur henni eitt slag av religiøsum fulnaði
so kunnu fólk aftur fáa ókeypis fish and chips á sjómannadegnum
og børnini fáa túr við brandbilinum og ikki minst
at tey vaksnu í framtíðini sleppa at royna nýggja skannaran
sum tey ikki høvdu fingið
um tey ikki stuðlaðu hópdrápsmanninum í kreml
og øll eru so glað fyri vatnkríggið á vágni
næstu ferð verður reyður fruktlitur koyrdur í vatnið
so tað líkist ordiligum kríggi akkurát sum tað hjá putin